Nagirčalmmiid umboðar Tróndheim Calling á G! Festivalinum

Norska duoin Nagirčalmmiid spælir á G! í ár umboðandi Tróndheim Calling. Samstarvið millum G! Festivalin, Faroese Music Export og norska festivalin hevði við sær, at tríggir föroyskir bólkar  Dania O. Tausen, Jazzygold og Joe & The Shitboys spældu á norska festivalinum. 

 

Umboð fyri G! vóru eisini umboðaði á Trónheim Calling og valdu Nagirčalmmiid at koma hendan vegin. 

 

Navnið Nagirčalmmiid merkir "við móðum eygum". Ivaleyst ein lýsing av upprunanum til bólkin, ið spratt úr keðseminum í sóttarhaldstíðini undir korona á vári í 2020. 

"Tá lívið er tungt, skalt tú bara skriva enn tyngri tónleik", settu teir báðir tónleikararnir sær fyri og byrjaðu at skriva doom metal, men á sín heilt egna hátt. 

 

Hetta er tungt, men eisini onkuntíð slýggjutt, hart og melankolskt, hetta er eisini onkuntíð punk kent og larmutt, ikki minst blanda teir siðbundið joik inn í sín heilt egna tónleik. 

Hóast teir bert eru tveir, larma teir minst líka illa sum ein bólkur við fimm ella fleiri tónleikarum, 

 

Teir hava seinastu tvey árini havt úr at gera á konsertferðum kring Noreg, og hava m.a. spælt á Tróndheim Calling, Bylarm, Inferno, öyafestivalinum og Miðgardsblot. 

 

Sjálvnevnda debut EP'in kom út í 2020, og fyrsta heildarútgávan kemur út í ár. Í februar kom fyrsta staklagið av henni "Down To The Bone"