Útróðrarbátar á snelluútróðri á Norðhavinum

- Tá snellubátarnir vóru flestir herfyri, vóru teir einir 15 í tali, harav teir frægastu høvdu upp í eini 2000 pund, sigur Jóhan K. Joensen

 

Tað var tann tíð, tá nógvir útróðrarmenn tíðliga um várarnar leitaðu sær norður til Eiðis, Oyndarfjarðar og aðrar bygdir norðanfyri við sínum báti til snelluútróður á Norðhavinum.

 

Í flestu førum vóru hetta lutfalsliga smáir bátar, og tá hetta ikki er besta tíðin av árinum til veður, var veðrið í fyrsta lagi avgerandi fyri, um bátarnir kundu loysa.

 

Høgættin er vánalig norðanfyri, og er lotið ov frískligt, gerst ikki nógv við útróður hjá smábátum. Er hann hinvegin lágur í ættini, skal vindurin helst ikki vera ov nógvur.

 

Tað er ikki nú sum fyrr við snelluútróðrinum á Norðhavinum. Tá útróðurin var góður, og bátarnir vóru flestir, kundu einir 80-100 bátar landa í Eiði, tá kvøldið kom. Soleiðis er ikki meira – í fyrsta lagi tí, at útróðrarmenninir eru ikki so nógvir longur. Eingin verður yngri, og tað er lítil og eingin tilgongd til útróðrarvinnuna. 

 

Fiskiskapur hevur altíð verið skiftandi, og soleiðis hevur eisini verið í vártíðini. Onkur ár hava verið góð, og onnur hava verið minni góð. 

 

Ein, sum hevur fylgt eina best við várróðrinum gjøgnum árini, er Jóhan K. Joensen hjá Hans Egili & Synum á Eiði, tí tað er fyritøkan hjá teimum, sum í fleiri ár hevur landað bátarnar.

- Nakri bátar gjørdu onkrar hampiligar dagar við snellu fyri eini 10-12 døgum síðan. Eg haldi, at hetta var tað, teir rópa torrafiskur, sum fekst nærindis landi.

Jóhan K. Joensen vísir á, at tá bátarnir vóru flestir, vóru teir einir 15 í tali, harav teir frægastu høvdu upp í eini 2000 pund.

 

- Teir fingu fiskin nakrar fáar fjórðingar úr landi. Onkur bátur hevur fingið nakað av fiski aftur, tá tað hevur verið roynandi og soleiðis, sum eg havi skilt, hava bátar fingið upp í eini 500-1000 pund bæði innari og ytri á sjónum.

 

##med2##

 

Jóhan K. Joensen sigur, at toskurin, sum bátarnir við snellu hava fingið á Norðhavinum og sum er landaður á Eiði, hevur verið toskur 3. og 4, og fiskurin hevur verið góður til dygdar.

- Vit hava sæð nakrar bátar úr Havn og onkrar úr Vágum her norðuri, men eg haldi, at teir eru farnir avstað aftur. Nógvir av bátunum sigla so mikið skjótt í dag, at verður fiskur aftur at fáa, og tað viðrar, er skjótt hjá bátum at sigla norðurum.

 

Tað kann vera eitt sindur ymiskt, hvussu leingi snellufiskur fæst á Norðhavinum, men vanligt er, at fiskiskapurin var til umleið páskir.

 

- Í ár eru páskirnar seinar, og eg vænti ikki, at nógvir snelludagar eru eftir, tá vit koma út til 20. apríl ella har umleið, men árini kunnu vera eitt sindur ymisk, sigur Jóhan K. Joensen.

 

 

Jóhan K. Joensen, stjóri hjá Hans Egili Joensen & Synum á Eiði