Nám óttaðist kjak um Palestina á holocaustdegi

– Sjálv haldi eg, at tað er ósunt fyri eitt samfelag at hava tabuevnir, serliga tá ið tað er so aktuelt viðurskifti talan er um, sigur høvundurin, sum hevur skrivað útihýstu skaldsøguna

Tað var á holocaustdegnum, sum Nám skipaði fyri mánadagin á Skúlanum við Løgmannabreyt, at eitt av evnunum, sum skuldi vera við, brádliga varð avlýst. Tað var eitt prát um bókina 'marta marta' hjá Marjun Syderbø Kjelnes.

 

Skaldøgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Talan er um sjálvævisøgu hjá høvundanum, sum viðgerð eitt av heitastu málunum í heimspolitikki. Søgan er persónlig, og hetta er fyrstu ferð, at hon skrivar prosa við beinleiðis íblástri úr egnum lívi

 

Á Facebook skrivar Marjun Syderbø Kjelnes, at fundur hevur verið um við stjóran á Námi um skaldsøguna marta, marta.

 

– Vit vóru á fundi við stjóran á Námi mikudagin 29. januar, og hetta er tað, vit nú vita:

 

 

Stjórin bað um fyrigeving fyri, hvussu áleypandi hann tosaði við meg í telefonini mánadagin 20. januar og fyri ta manglandi kunning, sum hevði verið dagarnar frammanundan, har vit onga frágreiðing fingu um lagnuna hjá skaldsøguni 'marta, marta' á skránni holocaustdagin 27. januar.

 

 

– Eg fekk eisini boðið endurgjald, sum um at skaldsøgan hevði verið við á tiltakinum, tí stjórin viðurkendi, at eg ikki sjálv hevði tikið meg av skránni.

 

– Orsøkin til at stjórin ikki vildi loyva samrøðuni við Amnesty um bókina hevur nakað við ótta fyri at tosa um Palestina at gera, akkurát hvat hesin óttin gongur út uppá og hvaðani hann kemur, dugir stjórin betur enn eg at greiða frá, skrivar hon.

 

– Sjálv haldi eg, at tað er ósunt fyri eitt samfelag at hava tabuevnir, serliga tá ið tað er so aktuelt viðurskifti talan er um.

 

– Vit, útgevarin og eg, takka fyri umberingina, vit hava fingið, men høvdu sjálvandi ynskt okkum, at umbering og frágreiðing vórðu alment bornar fram, skrivar Marjun Syderbø Kjelnes á Facebook.

 

##med2##

 

##med3##

 

Les eisini: »Marta Marta«: Høvundurin hevur verið í Ísrael í kibbuts

 

Les eisini: Skaldsøgan 'marta marta' tikin av skrá uttan frágreiðing

 

Les eisini: Ósemja um hví bók er tikin av skránni til holocaust dag

 

Les eisini: Føroyskt stríð um Holocaust-dagin