Námsvísindadeildin upp í norðurlendskt granskingarnetverk

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at námsvísindadeildin verður partur av áhugaverdum norðurlendskum granskingarnetverki

 

Kimberly Joy Go Elambo, sum gjørdist lærari á sumri 2022, greiðir gestunum frá, hvussu tað var at byrja í starvi

25. og 26. september var NTI-netverkið á arbeiðsferð í Føroyum. Námsvísindadeildin og Føroya Lærarafelag vóru vertir.

 

NTI-netverkið stendur fyri Nordic Teacher Induction Network og er fyri skúlagranskarar og lærarafeløg í Norðurlondum og Estlandi.

 

Endamálið við netverkinum er at kanna, hvørjar avbjóðingar nýútbúnir lærarar hava fyrstu tíðina í starvi og at vísa á, hvønn stuðul og hvørja vegleiðing, teir hava tørv á.

 

Sjey limir úr netverkinum vóru á arbeiðsferð í Føroyum í síðstu viku.

 

Mikudagin var Námsvísindadeildin vertur. Fyrrapartin hittu gestirnir setursleiðsluna, har Martin Zachariasen, rektari, og Johan Súni Hansen, fyrisitingarstjóri, greiddu frá søgu, endamáli og visjónum Setursins. Eftir hetta gekk leiðin niðan á Námsvísindadeildina, har trý evni vóru á skránni. Fyrst hevði Hans Harryson, varadekanur á NÁD, framløgu um føroysku læraraútbúgvingina, læraralesandi í 2020unum og støðuna hjá nýútbúnum føroyskum lærarum í dag. Síðani hevði Ingi Heinesen Højsted, granskingarleiðari á NÁD, eina framløgu um granskingarvirksemið á deildini. Og at enda greiddi Kimberly Joy Go Elambo, lærari í Sankta Frans skúla, frá, hvussu tað er at vera nýútbúgvin lærari í føroyska fólkaskúlanum.

 

Hósdagin var Føroya Lærarafelag vertur. Jacob Eli Olsen, formaður, og hansara fólk høvdu sett eina spennandi skrá saman.

 

NTI-netverkið, ið verður stuðlað av Nordplus, hevur seks ár á baki, og eftir ætlan verður Námsvísindadeildin formligur partur av netverkinum á vári 2025.

 

Kimberly Joy Go Elambo, sum gjørdist lærari á sumri 2022, greiðir gestunum frá, hvussu tað var at byrja í starvi