Løgtingið samtykti í morgun, at Grímur Sundstein skal taka sæti á tingið fyri Árna Skaale frá 2. oktober í 2023. Árni Skaale skal í farloyvi í narkar dagar.
Grímur Sundstein er fyrsti varamaður hjá Fólkaflokkin.
Hann fekk 290 atkvøður á seinasta vali, 72 atkvøður aftan fyri mannin á aftasta plássi hjá Fólkaflokkinum, Jacob Vestergaard, sum fekk 362 atkvøður.
Fólk minnast helst navnið Sundstein úr politikki. Jógvan Sundstein var løgtingsmaður í 24 ár – eisini fyri Fólkaflokkin. Hann var eisini løgtingsformaður, fíggjarmálaráðharri og løgmaður.
Jógvan Sundstein er ommubeiggi Grím Sundstein. Jógvan Sundsten hevur seinastu mongu árini búð í Danmark. Hann fylti 90 ár í mai.
Hann gavst í politikki á løgtingsvalinum í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur.