Nei, vit skulu einki tjóðleikhús hava

Hóast Dario Fo segði, at í einum landi við ongum tjóðleikhúsið, har stendur deyðin í durinum, so er nú greitt, at vit skulu einki tjóðleikhús hava. 

Tað skrivar Birgir Kruse á bloggi sínum:

 

Eitt sindur jánkasligt, fyri at siga tað milt, var hetta enn einaferð staðfest og sementerað í morgunsendingini hjá Útvarpinum, Vikan. 

 

Eitt sjónarmið var, at tjóðleikhúsið skuldi partú ikki vera í Havn, og eitt annað sjónarmið, sum er tað sterkasta í Havn, er, at har skulu vit hava parkeringspláss, í hvussu er á teim støðum, vit higartil hava hoyrt, at borgarstjórin í Havn hevur peikað á. 

 

Har skulu bilar standa meðan vit arbeiða og eru til handils, og innan vit fara heim at upptaka enn eitt, ella kanska tvey, parkeringspláss í tí túninum. Bilar fram um alt. Hetta er sjónarmiðið í Havn. Bilar skulu eiga útsiktina av Skálatrøð, sum eg enn haldi vera heimsins bestu. Og bilar fáa almennan stuðul, so vit keypa fleiri av teimum. Til ber eisini at ganga og at hugsa býarplanlegging út frá øðrum enn kinesiskum elbilum og teirra forbannaða løðarum. Bilur er sloppin at blíva fremsta forbannilsið í Havn.

 

Og at siga at eitt milliardaleikhús skal standa aðrastaðni enn í fjølbygdasta øki í landinum, vitnar um at tú í hvussu er ikki hevur fylgt við, tá skúlalærarin hevði lokaliseringsteori á skemanum. Ganska gemena lokaliseringsteori.

 

Vit skulu einki tjóðleikhús hava.

 

Vit eru enn ikki búgvin at móttaka tað.

 

Orsøkin er, møguliga við Honnu Jensen sum varisligum undantaki, at vit ongan mentanarpolitikara hava og ongan mentanarpolitikk hava, hvørki á lands- ella kommunustøði, tað verið seg í orðum, í gerðum ella í ítøkiligum fíggjarmøguleikum og rakstrartankum. Tí hava vit onkan mentanarpolitikara. So leingi, vit ikki hava ein tílíkan, eiga vit ikki at seta okkum tílík mál fyri. 

 

Vit hava hvørki fígging ella forstand uppá at átaka okkum eitt tjóðleikahús, um tað so kom úr rúmdini og datt inn á okkum fyri einki. Tað hevði verið okkara ólukka um tað púra deytt, sum deyður danskur stuðulspeningur, kom inn á okkum. 

 

Nei, vit eru ikki komin har til enn. 

 

Og fara vit, bara fyri at sjikanera Heðin, nú hann hevur mist dyggastu stuðlarnar, at byggja eitt tjóðleikhús við bryggjukantin hjá Bakkafrosti, so verður tað sum við nýggja reyðhúsinum millum Nólsoyarpálsgarð og Biskupstorg í Klaksvík, tað fæst ikki vekk aftur, tá vit hava bygt og síggja hvussu ljótt og provokerandi feilplaserað tað er. Tað fæst ikki vekk aftur. Vit liva ov stutt til at gera so graverandi feilir. 

 

Men summi fýra ikki fyri at gera mistøkini allíkavæl. 

 

Okkara uppgáva má blíva at verja okkum móti tílíkum feilføri, misskiltum tiltaksføri, at gera graverandi feilir, fyri okkara rokning. 

 

Fremsta politiska herróp upp undir kommunuvali er at gera ein øvutan Kennedy, sum í framkomna heiminum, har vit enn ikki eiga innpass, skal hava sagt, at okkum tørvar sterkar menn at verja okkara styrki og leiða heimin fram eftir gøtuni til frælsi. 

 

Bjarna B. Reuter byrjar eina av mest lisnu donsku bókum, Når snerlen blomstrer, við hesum sitati. Aftast í bókini er hann vorðin klókari og vendir øllum á høvdið: Tað, sum okkum tørvar, er at sleppa undan tílíkum monnum. At søgan fríar okkum fyri tílíkum monnum. Guð gævi at so verður. At málið um eitt føroyskt tjóðleikhús verður parkerað, ja parkerað, til vit eru búgvin og standa royndina at taka móti einum tílíkum húsi. 

 

Amen