Nevið Reyða úr Klaksvík hevur kós ímóti FM heitinum í kappingini millum 8-mannafør.
Klaksvíkingar vunnu í dag á Fjarðastevnu á Skála, og undan tveimum teimum seinastu kappingunum hevur Nevið Reyða 34 stig.
Næstur í FM kappingini er Knørrur úr Havn. Men í dag endaði Knørrur á triðja plássi. Næstfremstur var Gullbrandur úr Fuglafirði, og tað ber við sær, at munurin millum Nevið Reyða og Gullbrand vaks við tveimum stigum.
Besta startin hevði Knørrur, sum stakk seg eitt sindur framum hinar báðar kappingarneytarnar, men tað var skjótt, at tað javnaði seg.
Eina løtu var Gullbrandur undan, men so var tað, at Nevið Reyða legði seg á odda, og tað eydnaðist klaksvíkingum í endaspurtinum at halda fuglfirðingum og havnarmonnum aftanfyri seg.