Níggju atkvøður bjargaðu stjórnini hjá Macron

Við níggju atkvøðum á muni bjargaði Tjóðartingið stjórnini hjá Marcron í eini álitisatkvøðugreiðslu

 

Stutt eftir, at tær báðar misálitisatkvøðugreðslunar í franska tinginum høvdu verið í kvøld, brustu løgregla og mótmælisfólk saman í gøtunum uttanfyri. - Foto: Yves Herman/Reuters  

Franska stjórnin hóraði undan eini misálitisatkvøðugreiðslu í Tjóðartinginum í kvøld. Tað var tann fyrra av tveimum misálitisatkvøðugreiðslum í kvøld.

278 av teimum 577 tingfólkunum atkvøddu fyri at koyra stjórnina frá, meðan 287 stuðlaðu stjórnini.

Tað sigur tingformaðurin Yael Braun-Pivet.

Harvið vóru bara níggju atkvøður á muni millum ja og nei síðuna.

– Far frá, róptu fleiri politikarar á vinstraveinginum, tá úrslitið var greitt.

– Vit síggjast í gøtunum, stóð á einum skelti í vinstru síðu av salinum.

Beint eftir fyrru atkvøðugreiðsluna brustu mótmælisfólk saman við løgregluna í gøtunum uttan fyri tjóðartingið.

Andstøðan hevur lagt fram tvey misálitisuppskot ímóti stjórnini.

Tað er hent, eftir at illa umtókta pensjónsnýskipanin hjá Emmanuel Macron, forseta, varð tvingað ígjøgnum uttan atkvøðugreiðslu í tjóðartinginum.

Stutt eftir fyrstu atkvøðugreiðsluna kom enn ein misálitisuppskot, sum flokkurin hjá Marine Le Pen hevði lagt fram.

Eisini ta atkvøðugreiðsluna vann stjórnin við størri meiriuta, enn ta fyrru.

Uppskot nummar tvey tyktist frammanundan ikki at kunna savna ein meiriluta. Fleiri flokkar høvdu fammanundan gjørt greitt, at teir fóru at atkvøða ímóti.

Um onnur atkvøðugreiðslan hevði gingið ímóti Marcron og forsætisráðfrúnni Elisabeth Borne, hevði stjórnin fallið og nýskipanirnar syndrast.

Flokkurin hjá Macron og Bornes, Renaissance, hevur ikki meiriluta í Tjóðartinginum.

Kortini var tað væntað frammanundan, at stjórnin fór at koma livandi ígjøgnum atkvøðugreiðsluna, tí hon hevði stuðul frá teimum konservativu.

Kjarnan í illa lýddu lógii er, at pensjónsaldurin skal hækkast frá núverandi 62 árum til 64 ár.

– Einki er avgjørt. Vit halda fram at gera alt, vit kunnu, fyri at hendan nýskipanin verður tikin aftur, sigur Mathilde Panot, forkvinna hjá flokkinum á vinstraveinginum, La France Insoumise (LFI).

Andstøðan hevur eisini ætlanir um at biða landsins grundlógarráð uma hyggja upp á mátan, nýskipanin er trýst ígjøgnum.

Um ráðið kemur til, at framferðin stríðir ímóti grundlógini, kann tað ógilda nýskipanina ella partar av henni.

Hósdagin er tað fyri níggjundu ferð boðað frá einum degi við verkføllum og mótmælum ímóti nýskipanini.

/ritzau/Reuters

 

 

Stutt eftir, at tær báðar misálitisatkvøðugreðslunar í franska tinginum høvdu verið í kvøld, brustu løgregla og mótmælisfólk saman í gøtunum uttanfyri. - Foto: Yves Herman/Reuters  

Limir í vinstraflokkinum La France Insoumise (LFI) og vinstrasamgongan NUPES halda skeltum við tekstinum »Nei til 64" og "Vit síggjast í gøtunum" undir misálitisatkvøðugreiðsluni í Tjóðartinginum í kvøld. - Foto: Bertrand Guay/Ritzau Scanpix