- Í løtuni er einki ísfiskalínuskip til fiskiskap, men væntandi loysir annað av ísfiskaskipunum aftur í vikuni.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Tá tey á marknaðinum gera sínar metingar fyri ráfiskanøgdina teir næstu dagarnar, verður sjáldan nakað sagt um tey smærru ísfiskalínuskipini, sum hava egningarmaskinu.
Hesi eru nøkur í tali, eitt nú Volunteer, Fiskivarði og Anru - og so helst okkurt skip aftrat, men ikki nógv fleiri.
Men, eru fá ísfiskalínuskip til fiskiskap, er talið av frystilínuskipum størri, og í løtuni eru níggju frystilínuskip til fiskiskap.
- Trý fiska í íslendskum sjógvi, og seks fiska í føroyskum sjógvi. Væntandi fara onkur frystilínuskip aftrat út í vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at streymurin er harður, men batnar, sum henda vikan gongur, og veðrið verður helst skiftandi.
- Seinastu vikuna hevur fiskiskapurin hjá útróðrarbátum verið meira smáligur, verður lagt aftrat.