Í kvøld verða virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Reykjavík í Íslandi.
Fimm virðislønir verða latnar á hvørjum ári; barna- og ungdómsbókmentavirðisløn, umhvørvisvirðisløn, tónleikavirðisløn, filmsvirðisløn og bókmentavirðisløn.
Les meira um tær fimm virðislønirnar niðanfyri:
* Bókmentavirðislønin er tann elsta og varð latin fyrstu ferð í 1962. Trý ár seinni kom tónleikavirðislønin afturat.
* Umhvørvisvirðislønin varð latin fyrstu ferð í 1995. Filmsvirðislønin varð innførd í 2002 og í 2013 varð Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin latin á fyrsta sinni.
* Við hvørjari av teimum fimm virðislønunum fylgja 300.000 danskar krónur og standmyndin Nordlys.
* Í Norðurlandaráðnum eru limir úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi.
* Tilnevndu og vinnarin verða valdir av fimm virðislønarnevndum.
* Í hvørjari nevnd eru ein ella fleiri limir úr hvørjum av Norðurlondunum. Í summum nevndum eru eisini limir úr sjálvstýrandi økjunum, Føroyum, Grønlandi og Álandi.
* Endamálið við mentanarvirðislønunum er at økja um áhugan fyri bókmentum, máli, filmi og tónleiki í Norðurlondum.
Kelda: Norðurlandaráðið.
/Ritzau/