Føroyska A-landsliðið í fótbólti flytur ikki niður í D-bólkin í Nations League.
Føroyar vunnu fyrr í kvøld ein flottan 1-0 sigur á Armenia í Jerevan, og í kvøld hevur Norðurmakedonia vunnið 1-0 á Lettlandi í Skopje.
Sigursmálið hjá Norðurmakedonia skoraði Nikola Serafimov í 57. minutti.
Aftaná fimm umfør hevur Norðurmakedonia 13 stig, og teir hava vunnið bólk 4 í Nations League deild C. Føroyar eru nummar tvey við seks stigum, Armenia hevur fýra stig og Lettland hevur eisini fýra stig.
Lettland og Armenia spæla í Riga sunnudagin klokkan 14, samstundis sum okkara spæla móti Norðurmakedonia í Skopje. Tí kann í ringasta føri bert annað av Lettlandi og Armenia yvirhála Føroyar á stigatalvuni. So Føroyar enda í ringasta føri á næstaftasta plássinum.
Um Føroyar fáa stig móti Norðurmakedonia kunnu vit enda næstovast í bólkinum, og vit enda eisini næstovast um dysturin millum Lettland og Armenia endar við javnleiki.
Enda okkara næstfremst í bólkinum sleppur Føroyar at spæla um uppflyting til bólk B, ið hevði verið ein sera spennandi uppgáva hjá okkara monnum.