Norskt fakfelag boykottar eisini Tesla

Fellesforbundet í Noreg hevur givið bilverksmiðjuni til 20. desember at gera lønarsáttmála í Svøríki.

 

Størsta fakfelagið í Noreg fer at boykotta bilverksmiðjuna Tesla í Svøríki, um felagið hjá Elon Musk ikki í seinasta lagi 20. desember hevur gjørt sáttmála í grannalandinum.

Boðini koma dagin eftir at danska fakfelag 3F Transport hevur boðað frá samhugaverkfalli til frama fyri IF Metall í Svøríki innan tvær vikur.

Kemur tað higartil, fara bæði norska og danska fakfelag at seta tiltøk í verk sama dag – fýra dagar fyri jól.

Tesla hevur noktað at gera sáttmála fyri starvsfólk síni í Svøríki. Eins og Tesla noktar at gera sáttmálar alla staðni í heiminum, har felagi hevur verksmiðjur. Tesla hevur tú verið rakt av verkføllum í Svøríki síðani oktober.

– Í Norðurlondum er breið semja um týdningin av góðum skipaðum arbeiðslívi, sigur formaðurin í Fellesforbundet, Jørgen Eggum.

Svenskir havnararbeiðarar hava longu noktað at lossa Tesla-bilar.

 

##med2##

Havnararbeiðarar og bilførarar í 3F Transport hótta við ikki at lossa og flyta bilar frá Tesla, sum skulu til Svøríkis.

Eggum vil enn ikki siga, hvørji tiltøk fakfelag hansara ætlar at seta í verk í Noreg.

– Tað er eitt greitt signal til Tesla um, at tað ikki kunnu flytast svenskir Tesla bilar gjøgnum Noreg. Um so verður, so verða tiltøk sett í verk, og vit taka tey fyrivarni, sum eru neyðug, sigur hann.

– Rætturin til sáttmála er ein sjálvsagdur partur av arbeiðslívi okkara, og vit kunnu ikki góðtaka, at Tesla setur seg uttan fyri hetta, vísir Eggum á.

Elon Musk verður mettur sum heimsins ríkasti maður. Umframt Tesla eigur hann eisini SpaceX og sosiala miðilin X, sum áður æt Twitter, og fylgisveinafelagið Starlink.

– Sjálvt um tú ert ein av teimum ríkastu í heiminum, so kanst tú ikki bara gera tínar egnu reglar. Vit hava nakrar avtalur á arbeiðsmarknaðinum í Noreg, og teir skulu vit halda, um vit vilja reka virki her, segði Jan Villadsen, sum er formaður í 3F Transport, í gjár.

/ritzau/

 

 

 

Ein verkfalsvakt framman fyri Tesla-umboð í Malmø. - Foto: 50090 Johan Nilsson/TT/Ritzau Scanpix