Noyðast at flyta róðrarøkið

Hjá Skála Róðrarfelag eru tey spent at skipa fyri kappróðrinum á Fjarðastevnu. Hesaferð verður rórðarøkið øðrvísi enn tað plagar, hetta kemst av at MEST byggir nýggja dokk. Poul Eli Johannesen, formaður, heldur kortini ikki at róðrarøki gerst verri av hesum.

Fjórða hvørt ár verður fjarðastevna, við kappróðri, hildin á Skála. Fjarðastevnan er skipað soleiðis, at annað hvørt ár er hon í Vestmanna, hini árini skiftast Skála og Strendur um at halda fjarðastevnuna. 

 

- Vit eru spent at halda fjarðastevnu, sigur Poul Eli Johannesen, formaður í Skála Róðrarfelag.

 

Til kappróðurin í dag, verður róðrarøkið øðrvísi enn tað plagar at vera. MEST byggir nýggja dok, og tí er neyðugt at flyta málið eitt sindur. Róðrarøkið gerst tó ikki verri av hesum heldur Poul Eli Johannesen, men hetta krevur nakað av fyrireiking.