Nú ber til at byggja íbúðir við Villingadalsvegin

Tórshavnar kommuna hevur broytt almennu byggisamtyktina fyri øki við Villingadalsvegin

 

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. mars 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri øki framvið ovasta parti av Villingadalsvegnum.

 

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta matr. nr. 1357b, 1356, 1355, 1354b og part av 1175a í Tórshavn frá at vera A3-øki til blandaða bústaða- og miðstaðabygging til at vera A2-øki til hús í fleiri hæddum til bústaðarendamál.

 

Tú sært byggistamtyktina áðrenn og aftaná broyting her:

 

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina, liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 27. mars 2023 til 8. apríl 2023.

 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 8. apríl 2023.