Birkblog:
Tá tú sært tey í smáum skipaðum bólkum á vælvaldum støðum, sum eina evarska løtu neyvan sjikanera nakran, kenst tað hugnaligt, tá tú gongur teg inn í fremmandafólkini, sum kurteisliga heilsa, møtir tú eygunum, og biðja góðan morgun. Ein bólkur á enskum og ein á týskum.
Í morgunlotinum, sum ber nýsmurda tjøru við sær, oljuta og søtt kryddaða av turkaðum tara og brendum torvi, kennir tú tað, sum flytifuglurin kom við summarinum, og tey, úr tí fremmanda, ið hava valt okkum sum ferðamál, víðka í hesari ørstuttu løtu um mína grundleggjandi fatan av heiminum, har vit ikki bara eru eitt sandkorn, men eitt attraktivt ferðamál, tætt bundið at øllum farleiðum.
##med2##
##med3##