Nú hava klaksvíkingar nærum trumfað

Klaksvíkingur vann tann fjórða av seks FM-róðrum á vestanstevnu í dag

Klaksvíkingur vann 10-mannafarsróðurin á vestanstevnu í Miðvági í stórum stíli við tíðini 04:09.05.

 

Norðingur var nummar tvey við tíðini 04:12.42. Vestmenningur var nummar trý við tíðini 04:24.44.

 

Klaksvíkingur hevur 40 stig undan seinasta FM-róðrinum á ólavsøku. Norðingur hevur 38 stig og Vestmenningur hevur 25 stig.

 

Tað skal rættiliga nógv ganga galið um Klaksvíkingur ikki verður staðfestur FM-vinnari á ólavsøku, men sum tey siga í politikki: "Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt".