Nú hava partrolarar aftur smáligan fiskiskap

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja, og ivasamt er, nær teir loysa aftur, nú veðrið er so ólagaligt.

 

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og flestu koma inn at landa í næstu viku.

 

- Øll skipini fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Fiskiskapurin er smáligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Eingin djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni. Teir báðir, sum plaga at vera úti, liggja.

 

Tað er heldur eingin trolbátur til fiskiskap í løtuni. Veðrið er ov vánaligt til smáu trolbátarnar.

 

- Ivasamt er, nær trolbátarnir loysa aftur, verður lagt aftrat.

 

Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði, og eitt garnaskip fiskar havtasku.

 

- Øll trý skipini hava brúkiligan fiskiskap og koma inn at landa í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.