Nú viðrar betur til Djóradagar

Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali eru altíð vælumtóktir millum børn og barnsligar sálir. 

Fyriskipararnir siga soleiðis í tíðindaskrivi:

 

– Tað sást sjónliga í gjár, tá tað hóast keðiligt veður, eftir umstøðunum vóru nógv fólk og vitjaðu. Veðrið argaði tó so illa, at nevndin sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina. Fyri at fólk ikki skuldi kenna seg snýtt, bleiv tó avgjørt, at øll ið hava keypt armbond og seðlar til leygardag, kunna brúka hesi til øll tiltøk, ið eru í dag sunnudag.

 

– Felagið hevði eina plan b, at ponyríðingin skuldi vera inni, men mett var, at tað var óv nógvur gangur inni í høllini, til at tað var trygt at hava ponyríðing inni.

 

Djóradagar eru í dag frá klokkan 14-18 og endar við ríðiframsýning á breytini. Beint tá ponyríðingin er liðug um klokkan 18, kemur gongulagslandsliðið í íslandsríðing at vísa gonguløg og klokkan 18:15 koma ung úr feløgunum í Havnardali at vísa ymiskt fram.

 

– Hetta er alt undir tí kønu hond, hjá ungdómsmennaranum hjá ríðiambandinum, hon eitur Nina Brockie.