Nýggj brúgv skal byggjast um Stórá

- Eg fegnist um, at ein neyðug og umráðandi íløga fyri bygdirnar nú er einmælt samtykt.

Arbeiðið at gera nýggja brúgv um Stórá, sum rennur millum Hvalvík og Streymnes, verður nú boðið út alment.

 

Tað veit varaborgarstjórin og formaðurin í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, Eyðstein Zachariasen, at siga.

 

- Í nógv ár hevur brúgvin havt tørv á dagføring. Henda farleið skal føra bilar og fólk trygt millum bygdirnar. 

 

Varaborgarstjórin sigur, at eftir uppskotinum verður sjálv koyribreytin á nýggju brúnni 3,5 metrar breið.

 

- Harumframt verður ein tveir metrar breið gangi-og súkklubreyt við síðuna av koyribreytini, sum vendir móti skúlanum í Hvalvík.

 

Hann sigur, at soleiðis verður samlaða breiddin á nýggju brúnni 5,5 metrar umframt rekkverk, sum eisini verður á brúnni.

 

- Eg fegnist um, at ein neyðug og umráðandi íløga fyri bygdirnar báðar nú er einmælt samtykt, leggur Eyðstein Zachariasen aftrat.

 

##med2##

 

 

 

- Í nógv ár hevur brúgvin havt tørv á dagføring, sigur Eyðstein Zachariasen.