Arbeiðð at byggja nýggja læknaviðtalu við Norðskála gongur væl, og í dag stendur nýggi bygningurin reistur.
Hetta veit borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse, at siga í dag.
Hann hevur lagt nakrar flottar myndir út á sín Facebook-vanga, har flaggið er í húnar hátt í vøkrum kava veðri.
Borgarstjórin veit eisini at siga, at viðtaluhølini sambært ætlanini fara at standa liðum næsta summar.
- Her fáa borgarar, læknar og starvsfólk nútímans umstøður, sigur Jógvan Kruse.
##med2##