Nýggjur amerikanskur sendiharri trýr uppá samstarv við Grønland

Ken Howery hevur áður verið sendiharri í Svøríki og kann gerast nýggjur amerikanski sendiharrin í Danmark.

Ken Howery (miðskeiðis á myndini) er tann, sum Donald Trump hevur tilnevnt at vera sendiharri í Danmark. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Ken Howery, sum er valið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, til nýggjan sendiharra í Danmark, trýr uppá opna samrøðu og samstarv við Grønland.

Tað segði hann í dag, tá hann var til hoyringar í eini nevnd í amerikanska senatinum.

- Hóast livandi samrøður hava verið seinastu tíðina um, hvør hóskandi amerikanski leikluturin í framtíðini hjá Grønlandi er, so trúgvi eg, at vit við opnum dialogi og samstarvi kunnu finna møguleikar fyri at fremja okkara felags trygd og vælferð, stendur í fráboðanini.

Howery hevur eina fortíð í vinnuni, og hann var við til at stovna gjaldsloysnina PayPal saman við Elon Musk og ríkmanninum Peter Thiel.

Miðilin Salon lýsir Howery sum ein vin hjá Elon Musk.

Fyrsta forsetaskeiðið hjá Trump var Howery amerikanskur sendiharri í Svøríki. Hann røkti hatta starvið frá 2019 til 2021.

Í hoyringini segði Ken Howery, at hann hevur tríggjar raðfestingar sum sendiharri. Tær snúgva seg um felags trygd, vinnuliga og arktiska trygd.

Hann fer at seta fokus á tey trý tingini í Danmark, Grønlandi og Føroyum, sigur hann.

Tá Ken Howery skal leggja fram sínar raðfestingar sum sendiharri á hoyringini í senatinum, nevnir hann, at hann hevur lært at tæna landi sínum frá familjuni.

Her greiðir hann frá, at abbi hansara var í 2. heimsbardaga í Evropa og í frígerðingini av Danmark fyri 80 árum síðani.

Vanliga vildi ein hoyring av tilnevndum í senatinum eisini havt við sær, at limirnir í nevndini kundu seta spurningar.

Tað er tó eingin møguleiki at gera hetta munnliga í dag.

Í staðin kunnu senatorarnir senda inn skrivligar spurningar til í morgin, og síðani heldur góðkenningartilgongdin fram, stendur í fráboðanini.

Hoyringin kemur stutt eftir, at amerikanski chargé d’affaires – fyribils ambassadørur í Danmark, Jennifer Hall Godfrey, hevur verið til samrøðu við leiðaran á deildini í uttanríkisráðnum.

Uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði í gjár, at hann hevði kallað virkandi sendifrúnna inn til eina samrøðu í kjalarvørrinum á eini fjølmiðlasøgu um, at USA fer at økja um njósningina í Grønlandi.

 

/Ritzau/

 

Ken Howery (miðskeiðis á myndini) er tann, sum Donald Trump hevur tilnevnt at vera sendiharri í Danmark. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters