Nýtt skúlatilboð við serflokki á Argjahamri

Í hesum søgum søkir Skúlin á Argjahamri eftir toymisleiðara til nýggja skúlatilboðið, sum hevur fingið heitið Ljósástova.

 

Tað skrivar Skúlablaðið. Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri og eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul.

Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum. At byrja við fara umleið 8-10 børn at ganga í Ljósástovu.

– Tað er tørvur á einum slíkum tilboði; tað síggja vit, tí tað eru nógv børn, sum stríðast á ymsan hátt í skúlanum. Hetta tilboðið er at samanbera við aðrar serflokkar og fer ikki bara at fevna um næmingar í Skúlanum á Argjahamri, men eisini øðrum skúlum í kommununi. Tá ið leiðarin er settur í stovuni, fara vit saman við Sernámi at visitera næmingar til flokkin, sigur Marin Sigvaldsdóttir, skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri við Skúlablaðið.

 

##med2##

Ljósástova fer at halda til í nýggjum hølum í norðara enda í Látrinum, sum er frítíðarskúlin í Skúlanum á Argjahamri.

 

##med3##

 

Navnið á nýggja sertilboðnum kemur av ánni og vatninum sunnan fyri Skúlan á Argjahamri, sum eita Ljósávatn og Ljósá. Tað er Jütta Reynslág, lærari á Skúlanum á Argjahamri, sum kom við hugskotinum um navnið.

 

Hetta staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið hóskar væl til heitini inni í skúlanum. Hetta er vælkent staðarnavn á Argjum. Og so ljósið hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum við hesum møguleikanum í Ljósástovu, verður sagt.

 

Jütta Reynslág, lærari í skúlanum á Argjahamri, kom við hugskotinum um navnið Ljósástova

Marin Bláberg, skúlastjóri í skúlanum á Argjahamri