Øll tingfólk, uttan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, vóru í tingsalinum, tá málið um løgtingsfíggjarlógina fyri 2023 varð einmælt samtykt

Øll tingfólk eru samd um fíggjarlógina

Eitt samt Løgting hevur fyri løtu síðani samtykt Løgtingsfíggjarlógina fyri 2023

Øll tingfólk, uttan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, vóru í tingsalinum, tá málið um løgtingsfíggjarlógina fyri 2023 varð einmælt samtykt

Tað hendir ikki so ofta, at tingfólk eru so samd um fíggjarlógina, at eitt álit kemur í fíggjarnevndini, sum øll tingfólk taka undir við. Men tað hendi hesaferð, og tí var uppskotið eisisini einmælt samtykt við 3. viðgerð fyri løtu síðani.

 

Fíggjarnevndini segði annars soleiðis í áltinum:

 

Fyrst í november 2022 varð løgtingsval útskrivað at verða tann 8.desember 2022. Tann 22.desember 2022 tók nýggj samgonga við. Orsakað av vali í úrtíð hevði Løgtingið undan hesum samtykt eina bráðfeingis játtanarlóg fyri 2023, løgtingslóg nr. 145 frá 15. november 2022 (lm. 37/2022).

 

Við bráðfeingis játtanarlógini fekk landsstýrið heimild at føra landshúsarhaldið víðari til løgtingsfíggjarlóg fyri 2023 er samtykt. Inntøkur og útreiðslur skulu sambært galdandi siðvenju haldast á umleið sama støði sum í játtanarlógunum fyri 2022, tó við hóskandi afturhaldni við útreiðsluatgerðum.

 

Fyri inntøkujáttanir verða beinleiðis og óbeinleiðis skattir, t.e. avgjøld og lógarkravd gjøld, uppkravd eftir galdandi lógum. Felags fyri ølljáttanarsløger, at vanligt virksemi heldur fram í neyðugan mun, og at eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk.

 

Seinni vórðu eisini løgd fyri Løgtingið uppskot til broyting í bráðfeingis játtanarlógini, lm.42/2022 og lm. 48/2022 (ávikavist løgtingslóg nr. 25 frá 27. februar 2023 og løgtingslóg nr. 16 frá 16. februar 2023). Tað varð gjørt fyri at hava møguleika at loysa ávís átrokandi mál, sum illa kundu bíða.

 

Hetta fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram 14. februar 2023 og eftir 1. viðgerð 16. februar 2023 varð tað beint í Fíggjarnevndina.

 

Nevndin var á einum máli um, at tað hevði skund at fáa samtykt eina fíggjarlóg fyri fíggjarárið, m.a. so at almennu stovnarnir fáa rásarúm at leggja vanliga virksemið til rættis, tað ið eftir er av árinum. Nevndin setti sær tí sum mál at fáa uppskotið samtykt fyri páskir, og varð arbeiðið í nevndini síðan lagt til rættis hesum samsvarandi.

 

Undanfarna samgonga legði í september2022 fram fíggjarlógaruppskot fyri 2023 (lm. 14/2022), men av tí at val varð útskrivað, fall uppskotið burtur.

 

Bulurin í fyriliggjandi uppskoti er fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu, men við broytingum, tillagingum og raðfestingum.

 

Í mun til fíggjarlógaruppskotið hjá undanfarnu samgongu er í hesum uppskotinum millum annað gjørd tann broyting, at avsetingin til lønarframskriving í samband við sáttmálasamráðingar er hækkað úr 2,24% til 3,86%. Henda øking er í samsvari við teir sáttmálar, ið higartil eru gjørdir á almenna arbeiðsmarknaðinum.

 

Øll tingfólk, uttan Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, vóru í tingsalinum, tá málið um løgtingsfíggjarlógina fyri 2023 varð einmælt samtykt