Øll skulu við í grøna orkuskiftið

Solidariskar skipanir skulu tryggja, at tey, ið ikki hava so væl ráð, kunnu vera við í grøna orkuskiftinum. Men landið má ganga á odda og vísa vegin.

 

 

 

Spyrt tú fólk, so vildu tey allarflestu valt grønt, um umstøðurnar loyvdu tí. Fólk vilja sleppa undan oljunýtsluni, tí hon er bæði dýr og dálkandi, og seinnu árini hava nógv skift gomlu oljufýringina út.

 

 

 

Tað ber tó ikki til hjá øllum, tí íløgan í hitapumpur er ikki hissini. Eisini á hesum økinum hevur stórur prísvøkstur verið síðani í vár, samstundis sum renturnar hjá peningastovnunum støðugt kvinka uppeftir.

 

 

 

Javnaðarflokkurin vil, at peningastovnarnir í størri mun spæla við, so húski í øllum lønarbólkum og í øllum landspørtum koma við í grøna skiftið. Tað má gerast lagaligari og lættari hjá fólki at læna pening til grønar orkuloysnir.

 

 

 

Eydnast tað ikki at fáa bankarnar við, so skulu Bústaðir fáa betri møguleikar at læna út pening við lágari rentu til fólk, sum vilja skifta frá svørtum til grønt.

 

 

 

Bústaðir hava longu heimildina frá tíðini sum Húsalánsgrunnur, men hava í løtuni ikki fíggjarligu orkuna at gerast ein grønur útlánsstovnur.

 

 

 

Landið má vísa vegin og eggja fólki at velja grønar loysnir

 

 

 

Eg havi áður í valstríðnum víst á, at landið eigur at ganga á odda í grøna umskiftinum. Landið eigur upp ímóti 200 bygningar kring landið og bert nakrir fáir verða hitaðir við grønari orku.

 

Her má vend koma í, og Javnaðarflokkurin vil, at allir bygningarnir innan 5-6 ár skifta til grøna orku.

 

 

 

Tá allir almennu bygningarnir hava lagt um til grøna orku, kann væntast, at landið sparir meira enn 20 mió. kr. í rakstri. Um árið. Hvørt ár. Men landið má gera eina íløgu fyri at spara.

 

Somuleiðis skulu almennir stovnar verða fyrimyndir og keypa elbilar, heldur enn diesel- og bensinbilar.

 

 

 

Tann 1. januar fer lógin um avgjaldsfrítøku á elbilum úr gildi. Tað er eitt stig skeiva vegin og ørkymlar bæði fólk, sum umhugsa at keypa elbil og bilasølurnar, sum nú ikki vita, um tað loysir seg at bíleggja fleiri elbilar heim.

 

 

 

Vit mugu hava skipanir, sum eggja fólki at velja grønt. Tí fer Javnaðarflokkurin beinanvegin at leingja lógina við MVG-frítøku til elbilar.