Øssur Johannesen við nýggjari bók um Frimod Joensen

- Í bókini eru endurgivnir málningar og tekningar, eitt nú fleiri tekningar, sum ikki eru sæddar áður, sigur rithøvundurin, Øssur Johannesen.

Øssur Johannesen hevur skrivað eina bók um Frimod Joensen, sum varð føddur í 1915 og doyði í 1997.

Rithøvundurin sigur, at Frimod Joensen var ein slóðbrótari innan naiva og erotiska list.

 

- Hann var tann fyrsti, sum byrjaði at mála naiva erotiska list í Føroyum. Hann var soleiðis tann fyrsti, sum málaði nakin konufólk í Føroyum.   

 

Øssur heldur, at listamaðurin hevur havt eitt stórt, ríkt og óavmarkað hugflog, ið hann oysti úr sum listarmaður. 

Frimod Joensen var eisini óvanliga fjølbroyttur og víðfevnandi sum listarmaður.

Hann varð føddur á Sandi og búði sum ungur eisini í Keypmannahavn, men búði og virkaði flestu árini í Havn.

- Frimod Joensen var sjálvlærdur og var ein serstakliga orginalur listarmaður, heldur rithøvundurin.

Øssur gevur sjálvur bókina út. 

- Í bókini eru endurgivnir málningar og tekningar, eitt nú fleiri tekningar, sum ikki eru sæddar áður, sigur rithøvundurin, Øssur Johannesen.