Ólavsøkuróður í 100 ár

Her eru teir 100 vinnararnir hjá 10-mannaførunum á ólavsøku síðani 1924

Mynd frá heimildarsending hjá KVF

Royndu og dugnaligu frásøgumennirnir hjá KFV, Suni Merkistein og Hannis Joensen eru komnir eftir, at á ólavsøku í ár var 100. róðurin hjá 10-mannaførum rógvin á ólavsøku síðani ólavsøkuna í 1924.

 

Um hendan serliga merkisdagin hjá 10-mannaførunum við 100 10-mannafarsvinnarunum síðani ólavsøkuna 1924 sigur Suni Merkisstein: - Fáur man hava gáað um, at ólavsøkukappróðurin í ár var hin hundrandi í røðini, síðani farið var undir regluligan kappróður á tjóðarhátíð okkara.

 

Róð hevði kortini verið kapp á ólavsøku fyri 1924. Rasmus Effersøe var ein undangongumaður longu fyri aldamótið. Nakrar hissini royndir vórðu gjørdar, fyrst í 1887, síðani aftur í 1891 og 1893. So kom stígur í, men í 1918 tekur Andrea Árting táttin upp aftur, men árið eftir er eingin ólavsøkuróður.

 

So koma vit til 1924. Nú fæst reglulig gongd á. Og kanska ber til at siga, at danir bjargaðu okkum tjóðarítróttin. Í 1924 var nýggj lóg gjørd fyri løgtingið. Síðan 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið fastir løgtingslimir og amtmaðurin løgtingsformaður. Við nýggju lógini mistu teir sínar sessir. Løgtingið skuldi nú sjálvt velja sín formann.

 

Tað mundi fáa donsku stjórnina at senda Carl Moltke, greiva til Føroyar at tala á tingi ólavsøkudag. Stórt fylgi kom við greivanum, sum júst hevði tikið við sum uttanríkisráðharri í fyrstu stjórnini hjá Stauning. Moltke læt steyp til fótbóltsdyst millum HB og danskar marinarar á hesi ólavsøku, og tá ið hann frætti, at striltið gekst at fáa menn at rógva kapp, var hann skjótur at lata eitt ferðastep - hitt fyrsta greivasteypið - til føroyingar at kapprógva um í 10. mannaførum. 

 

Hetta tykist at hava gjørt mun. Greivasteypið eggjaði monnum at rógva á hvørjari ólavsøku í 10. mannaførum. Og tað er einans í 10. mannaførum, at róð hevur verið á hvørjari ólavsøku hesi hundrað árini síðani 1924. Okkurt av fyrstu árunum róðu bara 10. mannafør.

 

Í ár var so róð á hundranda sinni í eitt koyr við 10. mannaførum á ólavsøku. Og í ár eru eisini hálvthundrað ár liðin síðan farið var at rógva núverandi teinin innanfyri Molan. Tað byrjaði í 1974. 

 

Niðanfyri sæst hvør hevur vunnið 10. mannafarsróðurin á ólavsøku øll árini síðani 1924. Til stuttleikar kann nevnast, at tann báturin, sum nólsoyingar róðu og vunnu í á ólavsøkuni í 1924, er til enn og stendur í varðveitslu á Fornminnissavninum, greiðir Suni Merkistein frá.

 

Ólavsøkukappróður í 100 ár (1924 - 2023)

 


Vinnarar 10. mannafør síðani 1924:

 


1924 Nólsoyingur

1925 Alfrida (Hest)

1926 Alfrida (Hest)

1927 Vestmenningur

1928 Vestmenningur

1929 Vestmenningur

1930 Grækarisbátur (Havn)

1931 Vestmenningur

1932 Vestmenningur

1933 Vestmenningur

1934 Suðuroyingur

1935 Vestmenningur

1936 Vestmenningur

1937 Havnarbáturin

1938 Havnarbáturin

1939 Vestmenningur

1940 Klaksvíkingur

1941 Vestmenningur

1942 Suðuroyingur (kvívíkingar)

1943 Suðuroyingur (kvívíkingar)

1944 Vestmenningur

1945 Vestmenningur

1946 Suðuroyingur

1947 Suðuroyingur

1948 Suðuroyingur

1949 Klaksvíkingur

1950 Havnarbáturin

1951 Havnarbáturin

1952 Havnarbáturin

1953 Vestmenningur

1954 Suðuroyingur

1955 Vágbingur

1956 Studenturin (Havn)

1957 Sumbingur

1958 Sumbingur

1959 Vestmenningur

1960 Sumbingur

1961 Havnarbáturin

1962 Suðuroyingur

1963 Suðuroyingur

1964 Sumbingur

1965 Sumbingur

1966 Eysturoyingur

1967 Havnarbáturin

1968 Havnarbáturin

1969 Sumbingur

1970 Skálabáturin

1971 Havnarbáturin

1972 Havnarbáturin

1973 Havnarbáturin

1974 Havnarbáturin

1975 Havnarbáturin

1976 Havnarbáturin

1977 Havnarbáturin

1978 Havnarbáturin

1979 Nólsoyingur

1980 Havnarbáturin

1981 Tvørábáturin

 

1982 Havnarbáturin

1983 Nólsoyingur

1984 Vestmenningur

1985 Nólsoyingur

1986 Nólsoyingur

1987 Vestmenningur

1988 Eysturoyingur

1989 Nólsoyingur

1990 Havnarbáturin

1991 Skálabáturin

1992 Skálabáturin

1993 Skálabáturin

1994 Skálabáturin

1995 Skálabáturin

1996 Havnarbáturin

1997 Vestmenningur

1998 Eysturoyingur

1999 Eysturoyingur

2000 Vestmenningur

2001 Havnarbáturin

2002 Vestmenningur

2003 Nólsoyingur

2004 Havnarbáturin

2005 Eysturoyingur

2006 Klaksvíkingur

2007 Eysturoyingur

2008 Havnarbáturin

2009 Klaksvíkingur

2010 Vestmenningur

2011 Klaksvíkingur

2012 Klaksvíkingur

2013 Klaksvíkingur

2014 Drekin Reyði

2015 Klaksvíkingur

2016 Ormurin Langi

2017 Klaksvíkingur

2018 Ormurin Langi

2019 Ormurin Langi

2020 Ormurin Langi

2021 Klaksvíkingur

2022 Klaksvíkingur

2023 Klaksvíkingur

 

Vunnið tilsamans: 

 


Havnarbáturin 23

Vestmenningur 20

Klaksvíkingur 12

Suðuroyingur 9

Nólsoyingur 7

Skálabáturin 6

Eysturoyingur 6

Sumbingur 6

Ormurin Langi 4

Alfrida 2

Drekin Reyði 1

Vágbingur 1

Tvørábáturin 1

Studenturin 1

Grækarisbátur 1

 

keldur: 

 

"Drekin" - ein róðrarsøga (Niels Juel Arge)

 

stavnur.fo

 

Mynd frá heimildarsending hjá KVF