Olga Knudsen 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Olga Knudsen fekk í gjár handaða heiðursløn Tórshavnar kommunu úr gulli, og Dronningens Fortjenstmedalje úr silvuri, nú hon hevði 40 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu.

Olga Knudsen, sum hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 40 ár

Borgarstjórin greiddi frá, at Olga byrjaði sum ørindagenta 3. januar í 1983. Tá var Kjartan Kristiansen býráðsskrivari.

 

- Við til søguna hoyrir, at til starvssamrøðuna hevði Olga ikki sagt allan sannleikan fyri Kjartani – hon var nemliga uppá vegin! So eitt tað fyrsta, Olga gjørdi, eftir at Kjartan hevði undirskrivað starvssetanina, var at boða frá, at hon fór í barsilsfarloyvi, greiddi Heðin Mortensen, borgarstjóri, frá.

 

- Snild hevur hon altíð verið. Men onkuntíð hevur hon hinvegin fingið av at vita. Tað var ein nýggjársaftan í kulda og kavaroki, meðan Jens Marius var kommunustjóri, at øgiligt rok var við pedagogarnar. Hópur av pedagogum skuldu sigast úr starvi hendan seinasta dagin á árinum, tá sáttmálin gekk út.

 

- Um morgunin nýggjársaftan vórðu Karin og Olga kallaðar inn til arbeiðis at fyrireika hetta - og at bera øll uppsagnarskrivini út persónliga. Tað sigst at Olga var í inniskóm. Tær vóru ikki lidnar fyrr enn klokkan 8 um kvøldið. Rakettirnar fuku um oyruni á teimum í himmalsins ódnarveðri, tá tær komu aftur til hús, men ikki eitt mukk, hetta skuldi bara gerast. Soleiðis var tíðin tá. Og ikki fingu tær eitt klovið oyra eyka afturfyri.

 

##med2##

 

- Olga byrjaði sum sagt sum ørindagenta í 83. Jákup Simonsen byrjaði í 1985 og árið eftir varð Mentamáladeildin stovnað. Har hevur Olga verið við allan vegin – eg minnist hana tí allan vegin, tí eg var í fleiri umførum formaður í mentamálanevndini. Olga hevur síðan tá í fýrsunum slitið einar 5 kommunustjórar upp, 6 borgarstjórar og minst 7 formenn í mentamálanevndini.

 

- Mentamáladeildin hevur øll árini umsitið mentamál kommununnar og hevur fyrisitingina av teimum stovnum, ið hoyra til økið, um hendi. At arbeiða á mentamáladeildini í krepputíð var ikki altíð ein stuttlig uppgáva. Sparingar gjørdu, at fólk tíverri vórðu søgd upp og hini søgdu ein part av lønini frá sær, fyri at fáa játtanina at røkka. Men Olga kom trúføst ígjøgnum alt hetta.

 

##med3##

 

- Tað er hent ótrúliga nógv og spennandi á mentanarøkinum hesi árini innan mentan, skúla og ítrótt. Mentamáladeildin hevur øll árini umsitið mentamál kommununnar og hevur fyrisitingina av teimum stovnum, ið hoyra til økið, um hendi.

 

- Mentamáladeildin hevur listaverkini hjá kommununi um hendi og skipar fyri, at listalig prýði eru í hølum og á stovnum hjá kommununi. Deildin skipar fyri listaframsýningum í Snarskivuni og hevur ábyrgd av Smiðjuni í Lítluvík og Müllers Pakkhúsi.

 

##med4##

 

- Deildin umsitur Minnisgrunn Sonnu av Skarði og Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein og skipar fyri, tá ið árligu heiðurslønirnar Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs verða latnar.

 

- Deildin er eisini við í fyrireikingararbeiðunum, tá kommunan fær vitjan av útlendskum gestum – eisini teimum kongaligu -  og tá umboð fyri kommununa vitja aðrastaðni.

 

- Tað er hent ótrúliga nógv og spennandi á mentanarøkinum hesi árini, har politikararnir hava játtað miljónaupphæddir at byggja nýggjar skúlar, nýggjar ítróttarhallir til fimleik og annan innandura ítrótt, uttandura vallir og ikki minst ítróttarøkið Tórsbreyt til frælsan ítrótt. Og her hevur Olga verið við allan vegin.

 

##med5##

 

- Sum øll helst vita, so hevur Olga seinnu árini haft uppgávuna at skipa fyri vali saman við valstýrinum. Tað er ein uppgáva, hon tekur í størsta álvara – og hon vil fegin detailstýra hesi tilgongdini niður í minsta smálut.

 

- Tí er hon eisini ímóti fleiri valstøðum – eisini í Hoyvík. Eitt valstað aftrat máar bara burturav hennara arbeiðsuppgávu – hennara imperii - og tað vil hon helst ikki finna seg í. Men staðfestast skal, at skil er í henni. Her fer ongin atkvøða við síðurnar av.

 

##med6##

 

- Hon skipar eisini fyri grindabýtinum – og tað er ikki minsta rokilsið. Tað verður ongin hvalur dripin á vánni uttan at Olga er við og stílar fyri og tryggjar sær, at skil er í.

 

---

 

- Nú nevndi eg, at Olga byrjaði sína karrieru í kommunalu umsitingini við at fara í barsilsfarloyvi. So kunnu vit skjótt rokna út, at so fer elsta dótturin skjótt at tátta í tey 40 árini. Olga fekk tríggjar 3 døtur og eigur nú fleiri ommubørn – okkurt er enntá ávegis.

 

- Allir eftirkomararnir eru og verða uppaldir og indoktrineraðir til at vera B36-arar. Olga er B36-ari við lív og sál og B36 er farið avstað við einum stórum parti av hennara frítíð gjøgnum árini.

 

##med7##

 

- Olga hevur gjørt eitt stórt arbeiði í Havnar Fimleikafelag, hon gekk við barnavogni og hugdi at fótbólti, hon hevur verið hjálparfólk hjá B36 og hevur selt billettir í minst 20 ár.

 

- Líka so trúføst er hon móti Pf. Wenzel. Tí Olga koyrir bara í Ford – og sjálvandi skal tað vera tann fínasti av slagnum, soleiðis at hon altíð hevur minst líka fínan bil sum borgarstjórin.

 

---

 

- Sum persónur er Olga sera skemtilig. Henni dámar væl at skipa fyri, til undirhald og veitslur og annað er hon altíð konduktørur – hon gongur fremst og stílar fyri. Og tað er sum við øllum øðrum – alt niður í minstu detalju.

 

##med8##

 

- Ein skemtari segði einaferð, at tað er sunt fyri okkum at halda føðingardagar. Tí tað var vísundaliga prógvað, at tess fleiri, vit halda av teimum, tess longri liva vit.

 

- Og tess fleiri starvsdagar vit halda – tess nærri koma vit bæði kommunalu og royalu viðurkenningini. Tá drottningavitjan er, tá livir Olga mitt í verðini – og hon er ikki bara eitt sindur royal. Tí tað hendir onki í kongahúsinum, uttan at Olga í kaffipausunum kann halda langar fyrilestrar um børn og barnabørn hjá Margrethu.

 

- Og tí er tað vit í dag, nú Olga hevur starvast hjá kommununi í 40 ár, kunnu handa henni tvær stórar heiðurslønir: Heiðursløn Tórshavnar kommunu úr gulli fyri 40 ára trúgva tænastu, og Tænastuheiðursløn Margrethu Drottning, ”Fortjenstmedaljen i sølv”,  fyri 40 ára trúgva tænastu.

 

- Her skal eg gera vart við, at tá mann soleiðis verður heiðraður av drottningini, so fær mann møguleika at senda inn eitt sokallað ”levnedsbeskrivelse”. Hetta er ein sjálvskrivað biografi, sum verður skrásett saman við fleiri túsund øðrum royalum ævisøgum, sum eftirtíðin fær innlit í og sum sigast at hava stóran søguligan týdning fyri granskarar.

 

- Og ikki minst, so gevur heiðurslønin heimild at støkka inn á gólvið heima hjá drottningini einaferð komandi hálva árið. Og tað ivist eg ikki í, at Olga gleðir seg til. Og vit gleða okkum at hoyra frásagnirnar og kanska fáa ein ”selfie” av Olgu og majestetinum á Facebook, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda,  áðrenn hann handaði Olgu virðislønirnar.

 

 

 

Olga Knudsen, sum hevur starvast hjá Tórshavnar kommunu í 40 ár