Óli er ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022

Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári

Mynd: (Álvur Haraldsen) Óli Mittún er burturstaddur og tí tók mamman ímóti

Óli Mittún er valdur til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF, sum er í Norðurlandahúsinum í kvøld. Heiðurin verður latin einum ungum ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í undanfarna ári.

 

Hann var í uppskoti saman við úrmælinginum úr Bragdinum, Jónasi Gunnleivson Isaksen, og stórtalentinum innan reiðítróttin, Ragnheiður Ólafsdóttir Dam.

 

Um Óla Mittún verður sagt:

 

Óli Mittún, er ein 17 ára gamal hondbóltsspælari úr Hoyvík við heilt serligum evnum. Øll ungdómsárini hevur Óli við síni ferð, styrki, orku og teknisku førleikum hugtikið føroyskar hondbóltsfjepparar. Í 2022 hevur Óli Mittún av álvara sligið sítt navn fast, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Í heimligu kappingunum hevði Óli ein avgerðandi leiklut tá mannsliðið hjá H71 vann bæði steypakappingina og landskappingina og harvið gjørdust greipuvinnarir. Eisini spældi Óli sínar fyrstu landsdystir í oktobur umframt, at hann í farna árið hevur umboðað bæði U18 og U20-landsliðini til EM-endaspøl í Portugal og Montonegro.

 

Til U18-endaspælið í Montenegro gjørdist Føroyar nummar níggju í Europa, og Óli Mittún var toppskjútti í allari kappingini við ikki færri enn 80 málum. Óli varð eisini kosin besti spælari í allari kappingini, sum var eitt einastandandi avrik.

 

Í vár gjørdi Óli Mittún sáttmála sum yrkisspælari við svenska toppliðið, IK Sävehof. Hóast sín unga aldur hevur Óli longu nú gjørt vart við seg, og í svenskum hondbóltsmiðlum var hann stutt undan ársskiftinum mettur sum evnaríkasti ungi spælari í fremstu mansdeildini í Svøríki.

 

Mynd: (Álvur Haraldsen) Óli Mittún er burturstaddur og tí tók mamman ímóti