Óli gjørdi sum systkinabarnið - er MVP í bestu svensku hondbóltsdeildini

Óli Mittún endurtók bragdið Elias Ellefsen á Skipagøtu framdi í 2022

Mynd: handbollsligan.se

Óli Mittún, er MVP (mest virðismikli leikarin) í bestu svensku hondbóltsdeildini, handbollsligan aftaná eitt framúr gott kappingarár við Sävehof. 

 

Tað boðar handbollsligan.se frá. Staðfest er, at Óli fekk 48 prosent av atkvøðunum.

 

Í 2022 fekk systkinabarnið, Elias Ellefsen á Skipagøtu sama heiðurin í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Umframt at vera MVP er Óli eisini greiður toppskjútti í bestu svensku deildini við 223 málum í 33 dystum. Óli skoraði sostatt 6,75 mál í miðal pr. dyst. 

 

Óli verður partur av føroyska U21-landsliðshópinum, ið fer at royna seg til U21 HM-endaspælið, ið byrjar í Póllandi 16. juni. 

 

Aftaná summarferiuna byrjar ein nýggjur kapitul hjá Óla í stórfelagnum, GOG sum í hesum døgum kappast um at vinna danska meistaraheitið. GOG er greitt oddalið í sínum bólki í ovara endaspælinum. 

 

Miðlahúsið ynskir Óla tillukku við flotta heiðrinum.

 

 

 

 

 

Mynd: handbollsligan.se