Óli var toppskjútti tá Sävehof vann á meistarunum

Sävehof vann ein flottan 29-24 sigur á verandi meistarunum, Kristianstad á útivølli

Óli Mittún gjørdi veruliga vart við seg seinnapartin í dag, tá hann og liðfelagarnir í Sävehof spældu á útivølli móti verandi svensku meistarunum, Kristianstad.

 

Sävehof vann ein flottan 29-24 sigur á verandi meistarunum, og Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við átta málum. Harumframt legði Óli upp til fimm onnur mál.

 

Kristianstad var annars omaná í fyrra hálvleiki, og heimaliðið var á odda 15-13 í steðginum. Men í seinni hálvleiki koppaði Sävehof øllum á høvdið og vann seinna hálvleik 16-9, og harvið dystin 29-24.

 

Sävehof er nummar tvey í bestu svensku hondbóltsdeildini við 18 stigum fyri 11 dystir. Fremst er Skövde við 19 stigum fyri 12 dystir.

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Sävehof heimadyst móti Malmö.

 

Spælt verður líka til 29. desember í bestu svensku hondbóltsdeildini áðrenn farið verður í ein vetrar og HM-steðg.