Mynd: Landsverk

Áarlop á vegnum til Tjørnuvíkar

Ein á er lopin og nógv tilfar er komið á vegin

Mynd: Landsverk

Tað er ikki koyrandi til Tjørnuvíkar í løtuni. Tað sigur vakthavandi á politistøðini í morgun. Ein á er lopin, og nógv tilfar er komið á vegin.

– Tá eg tosaði við Landsverk fyri løtu síðani, søgdu tey, at tey eru á veg til Tjørnuvíkar við eini størri maskinu, sum skal beina tilfarið burtur av vegnum, men enn er so ikki koyrandi til Tjørnuvíkar.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Heldur ikki eru fráboðanir vindskaðar, uttan ein, sum var um eina valplakat í Havn, sum var farin í vindinum.

Løgreglan hevur verið úti og tikið nummarplátur í nátt. Tey hava verið norðanfyri, at 11 sett eru tikin.

Í gjár boðaði Akstovan frá, at tey hava givið løgregluni boð um at taka nummarplátur av 571 bilum, sum ikki hava goldið vegskatt.

 

 

Mynd: Landsverk