Føroysku badmintonleikararnir hava tryggjað Føroyum enn eitt gullheiðursmerkið og enn eitt silvurheiðursmerkið.
Í morgin verður nevnliga ein rein føroysk finala í kappingini í blandaðum tvímansleiki á oyggjaleikunum á Guernsey.
Finalan kemur at standa millum Fai Yin Wong og Miu Thorkildshøj øðrumegin netið, og Miriam í Grótinum og Magnus Dal-Christiansen hinumegin netið.
Wong og Mia vunnu í hálvfinaluni 2-0 (21-13 og 21-19) á Chloe Le Tissier og Stuart Hardy úr Guernsey.
Magnus og Miriam vunnu í hálvfinaluni 2-0 (21-13 og 21-12) á Jessicu Li og Matthew Nicholson av Oynni Man.