Tað oyggjaleikirnir snúgva seg mest um er at vinna heiðursmerki.
Fyri tey sum vinna eitt heiðursmerki er talan um ein dýrgrip fyri lívið, ið gjarna fær eitt heiðurspláss í stovuni heima við hús.
Sum sæst á myndini omanfyri er tað nøkur vøkur heiðursmerki føroysku ítróttarfólkini fáa høvið at vinna á oyggjaleikunum á Guernsey millum 8. og 14. juli.
Tað er 25 ára gamli grafiski sniðgevin, Chloe Sarre sum hevur sniðgivið vøkru heiðursmerkini.
Við blaðið, Guernsey Press sigur Chloe Sarre: - Eg havi sniðgivið alt. Heiðursmerkini hava 24 ymisk segment, ið umboða tey 24 oyggjalondini sum kappast á oyggjaleikunum. Heiðursmerkini skulu eisini ímynda ferðina hjá hinum 23 oyggjalondunum til Guernsey, greiður Chloe Sarre frá.
Chloe Sarre kappaðist við 70 onnur fólk um heiðurin at sleppa at sniðgeva oyggjaleika-heiðursmerkini. Hon var kunngjørd sum vinnari longu í 2021, men tá vóru leikirnar avlýstir av Covid-19 ávum.
Julia Bowditch, ið er stjóri fyri oyggjaleikirnar á Guernsey sigur við Guernsey Press, at sniðið hjá Chloe Sarre undirstrikar høvuðstýdningin við oyggjaleikunum, og tað er vinskapurin og tað, at fólk koma saman. Tískil vann Chloe Sarre á hinum 70 uppskotunum til snið av heiðursmerkjunum til oyggjaleikirnar á Guernsey, greiðir Julia Bowditch frá.
##med2##