Føroyar hava í skrivandi stund vunnið 16 gullheiðursmerki, seks silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum í Orknoyggjum.
Føroysku fimleikararnir hava vunnið heili 14 heiðursmerki í dag. Níggju av teimum eru av fínasta karati, gulli.
Her er flotta yvirlitið við teimum 14 føroysku heiðursmerkjavinnarunum í fimleiki:
##med2##
Í svimjihøllini eru okkara svimjarar eisini í holt við at vinna Føroyum heiður og æru. Vit venda aftur seinni við einum samlaðum yvirliti við føroysku heiðursmerkjunum, ið eru vunnar í svimjing í dag.