OYL: Føroyar vinna gull og silvur í blandaðum tvímansleiki

Miriam í Grótinum og Rúni Øster skulu dystast móti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen í finaluni

Her standa tey bæði pørini saman við venjaratoyminum Fai Yin Wong og Erland Poulsen (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Badmintonsamband Føroya skrivar á facebookvanga sínum: 

 

- GULL OG SILVUR TRYGGJAÐ Í MIX

 

Tvey føroysk pør vunnu hvør sína hálvfinalu í dag. Sostatt verða tað Miriam í Grótinum og Rúni Øster, sum skulu dystast ímóti Sannu Thorkildshøj og Magnus Dal-Christiansen í finaluni í blandaðum tvímansleiki.

 

Miriam og Rúni vunnu sannførandi í tveimum settum á parinum frá Isle of Man í tí einu hálvfinaluni, meðan hin hálvfinalan bleiv eiin spennandi trýsettari, har Sanna og Magnus tó vunnu sannførandi til síðst við góðum stuðli frá mælskum áskoðarum.

 

Finalurnar í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki verða leiktar fríggjadagin við føroyskari luttøku í øllum. Skrivar BSF. 

 

 

 

Her standa tey bæði pørini saman við venjaratoyminum Fai Yin Wong og Erland Poulsen (Mynd: Badmintonsamband Føroya)