OYL: Føroyar vunnu gull og silvur í Compound

Føroyar hava eisini vunnið silvur í tveimum øðrum kappingum í bogaskjóting

Savnsmynd frá oyggjaleikunum í 2023.

Føroyar hava tryggjað sær bæði gull og silvur í Compound "Head to Head Knockout" kappingini hjá monnum. 

 

Í einari sera tættari finalu vann Nikkel Petersen 142-141 á Jóannesi Poulsen, ið má taka til takkar við silvurinum. 

 

Í bronsuuppgerðini tapti Bogi Andreasen tepurt 132-134 fyri Ethan Moore av Oynni Man. So tað manglaði lítið í, at talan gjørdist um ein reinan føroyskan sigurspall. 

 

Anja Eydnudóttir vann silvur í Compound "Head to Head Knockout" kappingini hjá kvinnum.

 

Í finaluni tapti Anja 132-137 fyri Zoe Gray av Guernsey.

 

Hans Petur Højgaard vann silvur í Recurve "Head to Head Knockout" kappingini hjá monnum.

 

Í finaluni tapti Hans Petur 2-6 fyri William Chater av Falklandsoyggjunum.

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd frá oyggjaleikunum í 2023.

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir