Pætur og KA eru í finaluni um Lengjubikarið

KA vann á ÍBV í hálvfinaluni aftaná brotssparkskapping

Pætur J. Petersen og liðfelagarnir í KA skulu 30. mars spæla finalu í kappingini um Lengjubikarið, ið tíðum eisini verður nevnd Liga-Cup kappingini í Íslandi. 

 

Tað gjørdist veruleiki fyrr í dag, tá KA aftaná brotssparkskapping vann 4-3 á ÍBV í hálvfinaluni.

 

Hálvfinalan var leikt í innandura høllini á Akranesi.

 

Pætur J. Petersen byrjaði inni, og hann fekk 61 minuttir á vøllinum. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 0-0.

 

ÍBV hevði undan dystinum í dag vunnið allar dystirnar í bólkaspælinum, og í fjórðingsfinaluni vunnu teir 3-2 á Patriki Johannesen og Breiðabliki. Patrik skoraði tó bæði málini hjá Breiðabliki. 

 

Stóra hetjan hjá KA í dag gjørdist málverjin, Kristijan Jajalo sum bjargaði tveimum brotsspørkum hjá ÍBV í brotssparkskappingini.