Palli hjá Mariannu hevði 114 milliónir í avlopi áðrenn skatt

Samtakið hevði 96 mió í avlopi eftir skatt, sum er eitt vet lægri enn árið fyri, tá ið fyritøkan hevði 119 mió í avlopi.

Sølan minkaði úr 575 mió niður í 459 mió, og tað skyldast, at veiðuvirðini lækkaðu nakað í 2024. Samtakið fiskaði umleið 12.800 tons minni av makreli í mun til 2023 og umleið 5.850 tons minni av sild. Harafturat hesum bleiv eingin lodnukvota útskrivað fyri 2024.

 

Tískil er bruttoúrslitið eisini minkað úr 354 mió niður í 256 mió, og leiðslan væntar ikki, at úrslitið í 2025 verður eins gott sum í 2024 vegna lægri kvotu av makreli og sild.

 

Palli hjá Mariannu er millum størstu samtøk í Føroyum við einari eginogn á 1,1 milliard. Samtakið hevur ognir fyri tilsamans 1,5 milliardir og fevnir eitt nú um Christian í Grótinum, Northpelagic, Pelagos og Magn. Skuldin er 345 mió, og felagið rindar 19,2 mió í vinningsbýti til eigarnar.