Sambært ES kommisiónini, so sigldi Melkart-5 fleiri ferðir yvir kaðalinm millum Svalbard og Noreg, áðrenn hann bleiv í ólagi. Skipið hevur eisini, sambært The Barents Observer, verið illgrunasamt tætt við NATO hernaðarvenjingar. Her sæst skipið á beding í Havn – við Løgmansskrivstovuni í baksýni

Vinmaður hjá Putin hevur tvey fiskiloyvi í Føroyum

Vitaly Orlov, russiskur oligarkur, eigur tvey skip við fiskiloyvi í Føroyum. Hann hevur soleiðis atgongd til føroyskar havnir. Varastjórin, Arnold Kukushkin, er fyrrverandi fregnartænastumaður

 

Sambært ES kommisiónini, so sigldi Melkart-5 fleiri ferðir yvir kaðalinm millum Svalbard og Noreg, áðrenn hann bleiv í ólagi. Skipið hevur eisini, sambært The Barents Observer, verið illgrunasamt tætt við NATO hernaðarvenjingar. Her sæst skipið á beding í Havn – við Løgmansskrivstovuni í baksýni

Tað veit Kringvarpið at siga. 

 

– Merklant-2 og Ostankino eru tvey russisk skip, sum sambært Vørn bæði tvey hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi eftir makreli, sild og svartkjafti. Felagið Murman Seafood eigur bæði skipini. Eigari av Murman Seafood er, sambært fleiri keldum, móðirfelagið Norebo.

Eigari av Norebo er Vitaly Orlov, sum sambært the Barents Observer og fleiri øðrum keldum er tættur vinmaður og stuðul hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, skrivar Kringvarpið.

 

Vitaly Orlov er ein av sokallaðu russisku oligarkunum. Sambært tíðarritinum Forbes, so eigur hann okkurt um 10 milliardir krónur.

 

Varastjórin í Murman Seafood er Arnold Kukushkin, sum sambært Artic Today var høgtstandandi offiserur í russisku fregnartænastuni, FSB, frá 2010 til 2015.

 

##med2##

 

Bæði Norebo og Murman Seafood hava fingið bann fyri at vera í ES-sjógvi og norskum sjógvi. Orsøkin er, sambært bæði ES og norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, at skipini hjá hesum reiðaríum eru til vanda fyri trygdina.

 

Skipini eru, sambært teimum, tætt knýtt at russiska statinum og fáast við fregnartænastuvirksemi, so lættari er at fremja yvirgang ímóti týdningarmiklum undirstøðukervi á havbotninum, so sum samskiftiskaðlum og olju- og gassleiðingum.

 

Sambært norsku fregnartænastuni, PST, eru skip hjá Murman Seafood partur av einari russiskari fregnartænastuætlan, kallað GUGI.Hendan GUGI verkætlanin er ein serlig verkætlan fyri krígsførslu á havsins botni.

 

##med3##

Umframt, at Murman Seafoods eigur tvey skip, sum í ár hava fiskiloyvi í Føroyum, so hevur felagið eisini annað tilknýti til Føroya. Skipið Melkart-5, sum Murman Seafoods eigur, var á bedig hjá MEST í Havn summarið 2023. Hetta skipið er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á samskiftiskaðalin millum Svalbard og Noreg sama ár.

 

Sambært ES kommisiónini, so sigldi Melkart-5 fleiri ferðir yvir kaðalinm millum Svalbard og Noreg, áðrenn hann bleiv í ólagi. Skipið hevur eisini, sambært The Barents Observer, verið illgrunasamt tætt við NATO hernaðarvenjingar.

 

Lesið meira hjá Kringvarpinum við at trýsta her

 

Sambært ES kommisiónini, so sigldi Melkart-5 fleiri ferðir yvir kaðalinm millum Svalbard og Noreg, áðrenn hann bleiv í ólagi. Skipið hevur eisini, sambært The Barents Observer, verið illgrunasamt tætt við NATO hernaðarvenjingar. Her sæst skipið á beding í Havn – við Løgmansskrivstovuni í baksýni

Vitaly Orlov eigur Merlkant-2 og Ostankino, sum bæði hava fiskiloyvi í Føroyum