Partrolarar hava frægari fiskiskap

- Ivasamt er, nær trolbátarnir fara út aftur, tí veðurforsagnirnar eru ikki góðar.

 

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, og tey flestu koma inn at landa hesa vikuna.

 

- Skipini fáa mest av upsa og nakað av blálongu, longu og hýsu. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at aðrir partrolarar fara at loysa, tá veðrið batnar.

 

- Fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið heldur frægari í seinastuni.

 

Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir eru á svartkalvaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja.

 

- Ivasamt er, nær teir fara útaftur, tí veðurforsagnirnar eru ikki góðar, verður lagt aftrat.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Skipini hava misjavnan fiskiskap.