Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap.
Partrolararnir hava misjavnan fiskiskap, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onnur pør fara at loysa teir næstu dagarnar.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein ísfiskatrolari fiskar svartkalva, og tveir fiska upsa. Haraftrat fiska tveir frystitrolarar svartkalva.
- Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar, og hann fær mest av hýsu, toski og upsa. Væntandi er, at allir ísfiskatrolararnir koma inn at landa í vikuni.
Lagt verður aftrat, at tríggir av teimum smáu trolbátunum koma inn at landa í morgin.
Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar
- Teir hava allir verið norðanfyri og hava mest av toski og hýsu og nakað av upsa, reyðsprøku og øðrum flatfiski.
Um garnaskipini verður sagt, at trý fiska svartkalva, men hava smáligan fiskiskap. Einki garnaskip fiskar havtasku í løtuni.
- Eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin, og hini koma væntandi seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.