Patrik og Páll vóru tvímálaskjúttar í tryggum KÍ sigri

Favorittarnir úr Klaksvík hava 4-0 sigur við sær av Vágseiði

Uppflytararnir í FC Suðuroy høvdu seinnapartin á Vágseiði vitjan av FM favorittunum úr Klaksvík.

 

KÍ vann 4-0 eftir hálvleiksleiðslu á 3-0.

 

Tað sást væl, at tað vóru royndir spælarar við altjóða royndum í KÍ og á landsliðnum, sum vóru ímóti uppflytarunum.

 

KÍ var væl meiri á bóltinum enn heimaliðið, og KÍ spældi seg til fleiri støður og møguleikar. FC Suðuroy hevði ein stóran møguleika í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin var FC Suðuroy onkra ferðina í góðum støðum, men heimaliðið var ikki nærri við at fáa mál, enn at bólturin var á tvørtrænum.

 

FC Suðuroy verjan helt tørn, inntil meiri enn eitt korter var farið, og Rasmus Olsen í heimamálinum hevði onkra heilt góða bjarging, áðrenn bólturin í 18. minutti fyrstu ferð var í málinum.

 

Páll A. Klettskarð skoraði fyrsta málið, tá ið hann var fyrstur á returbólti, eftir at Rasmus Olsen hevði hálvnjargað. Átta minuttir seinni var 2-0, og tá var tað Patrik Johannesen, sum var málskjútti eftir sending frá René Shaki Joensen, sum í dag var vongverji í vinstru.

 

Fimm minuttir undan steðginum var Páll A. Klettskarð aftur málskjútti, tá ið hann í eyðkenda stílinum og frammanfyri nærra stólpa við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Árni Frederiksberg, sum var við aftur eftir leikbann, sendi innfyri við horna úr høgru.

 

Í seinna hálvleiki sást tað væl, at tað var avgjørt, hvør fór at vinna stigini. Tá var heimaliðið meiri á bóltinum, og fram ímóti dystarenda var um reppið, at KÍ gjørdi sjálvmál. So var tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, at Patrik Johannesen rann frá fleiri mótstøðumonnum og pressaði seg framvið einum, áðrenn hann trýstið bóltin í málið. Patrik hevur nú skorað fimm mál, og Páll er KÍ toppskjútti við sjey málum.

 

Hósdagin fær KÍ vitjan av TB, og sunnudagin fær FC Suðuroy vitjan av Víkingi.

 

 

 

FC Suðuroy – KÍ 0-4 (0-3)

 

0-1: Páll A. Klettskarð

 

0-2: Patrik Johannesen

 

0-3: Páll A. Klettskarð

 

0-4: Patrik Johannesen

 

Dómari: Leivur Zachariassen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Jákup Joensen – Pætur Augustinussen, John Villi Woldike Leo, Olaf Godtfred, Dánjal Godtfred, Fríði Holm – Eliasu Champang

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannesen – Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen