Pauli vann á Teis og Peter Krogh

HØJ hevur framvegis fult stigatal í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Í Ølstykke-høllini tóku landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfeløgunum í Aarhus HC.

 

Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 32-29. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Leingi leikaði javnt á, men seinastu løtuna var HØJ omaná og vann at enda.

 

Teis skoraði eitt mál. Tíverri eru eingi hagtøl fyri málverjar tøk í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

HØJ er fremst í deildini við fullum stigatali, 10 stigum. Aarhus er nummar fýra við seks stigum.

 

Í morgin klokkan 14 spæla Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Odder. 

 

##med2##