- Oljuprísirnir hava ein avgerandi leiklut á fíggjarlógini hjá Russlandi og fyri russiska búskapin yvirhøvur, men russisk tjóðaráhugamál koma fram um alt annað.
Tað sigur talsmaðurin hjá russisku stjórnini, Dmitry Peskov.
Í hesari útsøgn hjá Kreml-talsmanninum liggur helst, at Russland heldur vil kríggjast og taka land frá øðrum enn taka menniskjanslig og búskaparlig atlit.
Útsøgnin hjá Peskov kemur eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur víst á, at Vladimir Putin kanska verður meira sinnaður at taka undir við einari friðaravtalu við Ukraina, eftir at oljuprísurin er lækkaður.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi í dag, men lítið bendir á, at lækkingin í oljuprísinum fer at fáa Vladimir Putin at broyta atferð í krígnum móti grannalandinum.
– Russland fylgir væl við alheims oljumarknaðinum og samstarvar við OPEC um at halda prísirnar á einum optimalum støði, legði Kreml-talsmaðurin, Dmitry Peskov, aftrat.