Petur og Lyngby taptu stórt

Kapprenningin millum Lyngby, Horsens og AaB at sleppa undan niðurflyting er beinhørð

Petur Knudsen og liðfelagarnir í Lyngby vóru fyri stórum ósigri í niðurflytingarbólkinum í donsku superliguni ígjár.

 

Lyngby tapti 0-4 fyri OB á heimavølli. Tá Petur kom á vøllin í 58. minutti var støðan longu 3-0 til OB.

 

Lukkutíð fyri Lyngby taptu kappingarneytarnir í niðurflytingarstríðnum, Horsens og AaB eisini sínar dystir.

 

Lyngby er aftast við 24 stigum, Horsens og AaB hava 27 stig hvør nú tveir dystir eru eftir at leika.

 

Annan hvítusunnudag, 29. mai tekur Lyngby móti AaB í einum dysti teir eru pískaðir til at vinna.

 

Leygardagin 3. juni spælir Lyngby seinasta dystin hetta kappingarárið á útivølli móti Horsens.