Pílur setti Fípuna upp á pláss

5-mannafør kvinnur: Kvinnurnar, sum higartil hava vunnið við Jarnbardi, vunnu í dag umborð á Píli

Fípan Fagra hevur vunnið undanfarnu ferðirnar, men í dag endaði Fípan Fagra við kvinnum næstfremst.

 

Orsøkin til, at Fípan Fagra ikki var fyrst á mál í dag, var, at ein bátur var við í kappingini og vann, sum ikki hevur verið við higartil í ár.

 

Tað var Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum bjóðaði seg fram í dag og vann.

 

Umborð á Pílinum sótu tær, sum undanfarnu tríggjar ferðirnar hava vunnið við 6-mannafarinum Jarnbardi. Í kappingini millum 6-mannaførini hava tær verið so suverenar, at talan ikki hevur verið um kapping. Tí bjóðaðu tær seg í dag fram í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, og ta kappingina vunnu tær eisini.

 

Sigurin var rættiliga sannførandi – tað mesta av tveimum bátslongdum – og so er spurningurin, hvussu tað verður í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir í ár. Hóast Fípan Fagra ikki vann í dag, so styrkti Fípan Fagra um sína støðu í FM kappingini. Í FM kappingini er Tjaldrið næstfremst og Drekin er á triðja plássi. Í dag var Fípan Fagra næstfremst, meðan bæði Firvaldur og Erla Kongsdóttir vóru frammanfyri Tjaldrið og Drekan.

 

##med2##