Politiskur meiriluti bannar útlendskum gávum

Hvørki Elon Musk ella onnur fólk við ávirkan og nógvum pengum skulu kunna ávirka danskan politikk við fíggjarligum gávum.

- Tað er umráðandi, at vit sjálvi stýra okkara landi í mun til fólkaræðið. Eingin skal koma uttanífrá og stýra tí við sínum stóra búskapi, sum ber til í dag, og sum vit eisini síggja í øðrum londum, sigur formaðurin hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, Leif Lahn Jensen. (Arkivmynd). - Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix

Allir flokkar uttan Liberal Alliance, Danski Fólkaflokkurin og Borgaraflokkurin hava gjørt eina avtalu, sum hereftir fer at banna útlendskum gávum í donskum politikki.

- Tað er umráðandi, at vit sjálvi stýra landi okkara í mun til fólkaræðið. Eingin skal koma uttanífrá og stýra tí við sínum stóra búskapi, sum ber til í dag, og sum vit eisini síggja í øðrum londum, sigur bólkaformaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Leif Lahn Jensen.

Í næstum verður lógaruppskot lagt fram, sum eftir ætlan skal samtykkjast áðrenn summarið, og ætlanin er, at lógin skal koma í gildi skjótast gjørligt.

/ritzau/ 