Í dag tekur Pólland við formansskapinum í ES.
Hetta endar eitt turbulent tíðarskeið, har Ungarn hevur havt formansskapin, sum skiftir millum ES-limirnar í hálvt ár í senn.
Tað upplýsir tíðindastovan dpa.
Meðan tað í 2024 vóru Belgia og Ungarn, sum høvdu formanssessin, so verður tað í 2025 Póllandi, áðrenn tað verður Danmark 1. juli.
Við formansskapinum fara pólsk umboð at sita á odda á fleiri ráðharrafundum, og tey fáa eisini til uppgávu at mekla, um ósemjur taka seg upp millum ES-londini.
Endamálið er, at lóggávuviðurskiftini í ES skulu koyra so smidliga sum gjørligt.
Vónin í Brússel er, at pólska stjórnin ikki fer at gagnnýta sín framstandandi leiklut til at fremja síni egnu áhugamál - sum ungarska stjórnin hevur gjørt seinasta hálva árið, skrivar dpa.
Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, ferðaðist í fjør summar - stutt eftir at landið tók við formansskapinum - til Moskva, høvuðsstaðin í Russlandi, og Beijing, høvuðsstaðin í Kina, sum elvdi til stóra ónøgd í nógvum ES-limalondum.
Pólland hevur valt at gera "trygdina" til miðdepilin í formanstíðini. Hetta verður á sjey økjum.
"Trygd, Evropa!" er slagorðið hjá stjórnini her.
- Vit fara at seta fokus á sjey økir: uttanhýsis og innanhýsis trygd, men eisini kunningartrygd, búskap, orku, heilsu og matvørur, varð sagt fyrst í desember, tá pólski ráðharrin í evropamálum, Adam Szlapka, legði ætlanirnar fram.
Týskland og Frakland hava vanliga verið millum tey fremstu londini í ES. Men í løtuni eru bæði londini í stórum innanríkispolitiskum kreppum.
Sambært dpa kann Pólland tí royna at brúka sína tíð við róðrinum til at økja um uttanríkispolitisku ávirkanina hjá landinum og at átaka sær ein meira leiðandi leiklut.
/Ritzau/