Flogfør úr Póllandi og frá landsins sameindu vórðu send í luftina tíðliga í morgun, eftir at Russland framdi loftálop í vestara parti av Ukraina.
Tað upplýsir operativa leiðslan hjá pólska herinum, sambært tíðindastovuni Reuters.
Herurin boðaði eisini frá á sosiala miðlinum X, at flogfør vóru í pólska loftrúminum mikumorgunin.
Her kemur fram, at hetta er gjørt fyri trygdina í millum annað marknaøkjum landsins. Ukraina hevur mar vestureftir við Pólland.
Sambært Reuters hevði meginparturin av vestur Ukraina verið fyri ávaring um loftálop í umleið tríggjar tímar klokkan 04:15 danska tíð.
Ávaringarnar vórðu givnar, eftir at loftverjan í Ukraina ávaraði um russisk rakett- og dronuálop.
Pólland hevur eisini fleiri ferðir áður sent flogfør eftir fráboðanir um russisk álop í vestara parti av Ukraina.
Sambært tíðindastovuni dpa skrivaðu lokalir ukrainskir miðlar tíðliga í morgun, at Russland hevði framt dronuálop móti Ukraina í nátt.
Kyiv Independent skrivar, at lopið er á øki í vestara parti av Ukraina.
Tað fevnir um býirnar Lutsk, Khmelnytskj og Ternopil.
Sambært dpa skrivar ukrainska tíðindastovan RBC-Ukraine, at hett er á íbúgvarnar í Lutsk um at leita sær skjól. Ein lokal útvarpsstøð boðaði eisini frá, at spreingingar hoyrdust í býnum.
Tað er ikki greitt enn, um nakar er komin til skaða ella deyður eftir fráboðanirnar um álop úr Russlandi.
Russland hevur heldur ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar.
Seint í gjæar boðaði guvernørurin í russiska marknaøkinum Kursk, Aleksandr Khinshtein, frá, at trý fólk doyðu í einum ukrainskum álopi á eina strond í býnum Kursk. Sjey vóru eisini særd, segði hann.
/Ritzau/