Portal.fo hevði 1,6 milliónir í halli

Hóast stóra skuld hevur leiðslan góðar vónir um framtíðina

Ársroknskapurin fyri 2023 hjá Sp/f Knassum, ið eigur og rekur heimasíðuna Portal.fo, vísur eitt hall upp á 1,6 milliónir krónur – samanborið við eitt avlop á 400 túsund árið fyri. Avskrivingarnar eru farnar úr gott 600 túsund upp í 1,4 mió, og eginpeningurin er sostatt -5,8 milliónir við einari samlaðari skuld á 9 milliónir.

Í grannskoðanarátekningini stendur, at týðandi óvissur eru um framhaldandi rakstur. Víst verður til óvissunar um felagsins evni at halda fram við sínum virksemi, tí gjaldførið er skert og felagið undanfarin ár ikki hevur víst nøktandi rakstur. 

Roknskapurin sigur, at felagið hevur sostatt mist allan innskotspeningin, men leiðslan í felagnum metir útlit verða fyri einum lønandi rakstri í framtíðini og tískil at endurvinna eginpeningin við avlopi frá rakstri komandi árini. Framhaldandi rakstur er treytaður av lønandi rakstri, og at felagið hevur avtalur við verandi lángevarar og ognarar.

Leiðslan roknar við yvirskoti og øktum soliditeti og gjaldføri komandi árini, soleiðis at felagið kann halda fram við sínum virksemi. Tí verður ársfrásøgnin gjørd við framhaldandi rakstri fyri eyga.

Í leiðslufrágreiðingini stendur, at leiðslan er ikki nøgd við avlopið í ársroknskapinum, har sølan er minkað í mun til undanfarna ár, hóast nýggjar tænastur eru settar í verk. 

Stjórin í felagnum er John Bárður Kass Nielsen, og P/f Varðin eigur helvtina av felagnum, meðan Jón og Niklái Nysted eiga hvør í sær 25 prosent.